Hvat er Føroya Bilasøla?

Vit hava í longri tíð verið partur av bilasølu í Hollandi og ynskja nú at bjóða okkara tænastur fram í Føroyum. Endamálið við hesum er at veita eina eins góða tænastu her í Føroyum, sum vit frammanundan gera uttanlands. Vit eru sannførdir um, at vit kunnu bjóða kappingarførar prísir, og eisini gera tað einfalt fyri okkara viðskiftafólk at keypa sín næsta bil. Av tí at vit eru partur av bilasøluni í Hollandi, so er eitt millumlið skorið burtur í tilgongdini at keypa nýggjan bil. Harvið er tryggleikin í hásæti, samstundis sum tað er eitt garanti fyri góðsku.

Hvat kunnu vit?

Óansæð um tað er ein arbeiðsbilur ella persónbilur, lastbilur ella motorsúkkla, so kunnu vit finna rætta akfarið til tín. Vit hava sera stutta leveringstíð.

24/7 tænasta

Vit skilja at gerandisdagurin kann vera rúgvismikil. Tí eru vit tøkir alt døgnið, so tú kanst fáa eitt gott bilprát, ella royndarkoyra ein bil nær sum helst. Hetta kalla vit fyri 24/7 tænastuna.

Garanti

Vit veita 6 mánaðar garanti á øllum seldum bilum, um fabriksgarantiið er útgingið

Ikki bert ein innflytari.

Vit eiga bilarnar á goymslu.

Teir flestu bilarnir eru á goymsluni hjá okkum uttanlands, og eru skjótir at fáa heim til Føroyar. Onkutíð hava vit eisini bilar á goymslu her á landi.

Verkstað

Vit hava ikki egið verkstað, men vit eru í samstarvi við verkstøð í Føroyum. Er tørvur á serligum verkstaðið, so hava vit eisini samstarv við verkstøð í Hollandi.

Adam Andreasen, stjóri

Tlf. +298 295 295

Lat okkum vera veitarin av tínum næsta bili

Ynskir tú at tað skal vera trygt, skjótt og ómakaleyst at keypa tín næsta bil, set teg so í samband við okkum!
Skuldi tað hent seg, at tín dreymabilur ikki er á goymslu hjá okkum í løtuni, so hjálpa vit við at finna hann fyri teg.

samband